Bíbliuappin

Bíbliuappin

Føroyska Bíbliufelagið

0 ratings
Free

Rating summary

Details

  • Released
  • Updated
  • November 5, 2024
  • April 28, 2026

Features

Bíbliuappin screenshot #1 for iPhone
Bíbliuappin screenshot #2 for iPhone
Bíbliuappin screenshot #3 for iPhone
Bíbliuappin screenshot #4 for iPhone
Bíbliuappin screenshot #5 for iPhone
iphone
ipad
🖼️Get Icon
Icons↘︎

About

Bíbliuappin hjá Føroyska Bíbliufelagnum. Bíblian er heimsins mest lisna bók og verður tí eisini kallað Bókanna bók. At síggja til líkist hon øðrum bókum, men kanna vit gjøllari, síggja vit, at hon er heilt ólík øðrum bókum Grundin til tað er, at Bíblian er ikki ein bók, men nógvar bøkur, 66 til samans. Orðið “Bíblia” er grikskt og merkir bók. Vit kenna eisini orðið “bibliotek”, ella bókasavn, og sigast kann, at Bíblian er eitt bókasavn Bøkurnar eru sera ymiskar, t.d. eru lógir, søgur, kensluborin skaldskapur, orðtøk, dagbøkur, sálmar og brøv at finna í Bíbliuni.Bíblian er í tveimum pørtum, Gamla Testamenti og Nýggja Testamenti. Í Gamla Testamenti eru 39 bøkur og í Nýggja Testamenti eru 27 bøkur. Í fyrstuni vóru tær elstu skriftirnar í Bíbliuni sagdar munn av munni frá ættarliði til ættarlið. Men so við og við vórðu tær skrivaðar niður Mong ymisk fólk hava skrivað Bíbliuna. Tað er ikki lætt at siga, hvussu gamlar kristnu skriftirnar eru, og tey, ið royna at seta árstøl á, eru ójøvn á máli. Hildið verður, at tær elstu skriftirnar eru skrivaðar um ár 1000 f.Kr Í hesi appini eru: Dahl/Viderø Bíblian, Nýggi Sáttmálin, og Matteusar evangeliið frá 1823
Show more

What's New in Bíbliuappin

1.0.5

April 28, 2026

Hesi tingini eru nýggj í hesi útgávuni: - Testamenti kann nú veljast ovast í appini. - Broytt mannakorn so tú kann fara beinleiðis til kapitulin har mannakornið er frá. - Upplestur heldur áfram við næsta kapitli, tá kapitulin er liðugur.

More

Developer apps